Av tí at sýslumennirnir í Sandoynni og Norðoyggjum eru meldaðir til løgregluna fyri tvey grindadráp í summar, hevur politiið í Føroyum biðið Ferðaliðið hjá ríkispolitinum kanna málið.
Vit hava samstundis biðið um meira tilfar í málinum, sigur Peter Thaysen, politi-inspektørur, við Útvarpið.
Týski umhvørvsifelagsskapurin hevur meldað, tí grindadrápini í Húsavík og í Klaksvík tóku ov langa tíð.
Týski felagskapurin krevur, at Klaksvík verður avtikin sum hvalvág, tí víkin ikki hóskar seg til dráp.
Eisini verður sagt, at Húsavík hevur ov fá fólk til at halda einari grind til, og tískil hóskar Húsavík seg heldur ikki sum hvalvág.